Farnetið, sum Føroya Tele letur byggja saman við Ericsson, er í avgjørdum heimsklassa. Tað vísa ferðmátingar, sum partarnir hava gjørt, nú farnetið verður gjørt til reiðar fyri almenninginum. Úrslitið av mátingunum setur evropeiskt met, tá ið talan er um ferð.
Allir føroyingar kunnu vænta sær nógv burtur úr nýggja farnetinum, sum Føroya Tele letur byggja saman við Ericsson. Fyrireikingarnar eru í hæddini, og nýggjar mátingar vísa, at ferðin á farnetinum er tann besta, sum higartil er máld á einum farneti í Evropa.
Ferðmátingarnar vórðu gjørdar á sonevndu 5G mmWave-tøknini, sum er partur av nýggja farnetinum. Hægsta ferðin, sum varð máld, var 5,9Gbps, og tað er evropeiskt met. Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, er fegin um mátingarnar.
“Tað er okkara mál at leggja lunnar undir tøkniligar framtíðarmøguleikar hjá fólki og fyritøkum í Føroyum, og ferðmátingarnar, sum vit hava gjørt saman við Ericsson, eru sjón fyri søgn, at fólk og fyritøkur kunnu vænta sær nógv burtur úr nýggja farnetinum”.
Í stuttum er 5G mmWave-tøknin væl egnað á økjum, har ið nógv fólk brúka farnetið samstundis, og hon ger, at fólk skjótt og ómakaleyst kunnu flyta sera stórar datamongdir um farnetið.
Ericsson varpar eisini ljós á nýggja evropeiska metið og hevur sent tíðindaskriv út til altjóða fjølmiðlar. Les tíðindaskrivið her.