Hevur tú fýra ella fleiri fartelefonhald knýtt saman á Ver, hækkar samlaða mánaðargjaldið fyri tíni fartelefonhald frá 1. januar 2019.

Higartil hevur tú goldið 17 krónur um mánaðin pr. fartelefonhald, sum eru omanfyri trý í tali. Framyvir kemur tú at gjalda 37 krónur um mánaðin pr. hald fyri haldini 4, 5 og 6.

Tað merkir sostatt, at hevur tú til dømis seks fartelefonhald knýtt saman, so hækkar mánaðargjaldið við í alt 60 krónum.

Hald 1: Vanligur kostnaður
Hald 2: 117 kr/mðn.
Hald 3: 47 kr/mðn.
Hald 4: 37 kr/mðn.
Hald 5: 37 kr/mðn.
Hald 6: 37 kr/mðn.

Nýggja prísásetingin kemur í gildi 1. januar 2019.