Føroya Tele spennir bogan og miðar eftir at verða 100% CO₂-frítt í 2030. Við elbilum, jarðhita og sjóhita hevur fyritøkan higartil minkað um CO₂-útlátið við góðum 50 tonsum í 2021.

Seinastu árini hevur Føroya Tele arbeitt miðvíst fyri at minka um CO₂-útlátið og harvið verja umhvørvið og nýta orku skynsamt. Í 2020 varð sjøtul settur á grøna langtíðarorkuætlan, sum er galdandi fyri alt samtakið. Í 2021 hevur tað eydnast fyritøkuni higartil at minkað um CO₂-útlátið við góðum 50 tonsum.

Minkingin av útlátinum í 2021 stavar í høvuðsheitum frá trimum íløgum. Fyri tað fyrsta varð oljufýring skift út við jarðhita í tøknihúsinum í Søldarfirði, fyri tað næsta vórðu tríggir bilar skiftir út við elbilar, og fyri tað triðja varð sjóhiti lagdur inn í telefonstøðina í Klaksvík.

“Hesar íløgur eru trý stór fet á leiðini at verða CO₂-frí. Málið er í eygsjón, hóast tað framvegis er langt á mál. Tvær líknandi íløgur verða væntandi lidnar við árslok, tá ið jarðhiti er settur til í bygninginum á Tvøroyri, og telefonstøðin í Miðvági er tikin niður til frama fyri lágorkuhúsi við sólskipan”, sigur Jan Ziskasen.

Føroya Tele hevur tilsamans 330 bygningar, tøknihús og -skáp og mastrar runt í øllum landinum, og saman við stórum bilaflota, ið telur 65 bilar, bussar og vøruvognar, hevur hetta við sær eitt CO₂-útlát upp á nærum 3.000 tons um árið.

“Tað hevur stóran týdning, at vit skerja CO₂-útlátið, bæði tí vit hava skyldu at verja umhvørvið í dag og at virka fyri burðardyggari menning og vøkstri, uttan at tað nátúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið”, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri.

Føroya Tele er ein av 12 fyritøkum, ið hava bundið seg at minka um CO₂-útlátið, í átakinum “Burðardygt Vinnulív”. Meðan fleiri fyritøkur hava bundið seg at minka útlátið við í minsta lagi eini helvt, hevur Føroya Tele spent bogan og bundið seg at verða 100% CO₂-frítt í 2030.

Komandi árini fer Føroya Tele sostatt at leggja stóran dent á burðardygga menning og byggja víðari upp á grønu langtíðarætlanina, sum varð sett út í kortið í 2020.