Brekið, ið hevur ávirkað fartelefontænasturnar hjá Føroya Tele uttanlands, er nú rættað. Data, tala og sms rigga sostatt aftur í útlondum.

Sunnukvøldið kl. 19 varð eitt álvarsamt brek staðfest á fartelefontænastunum hjá Føroya Tele uttanlands. Brekið hevði við sær, at fleiri kundar, sum vóru staddir uttanlands, upplivdu trupulleikar við at brúka fartelefonina.

Tíðliga í morgun, týsmorgunin, varð brekið rættað, og tænasturnar rigga nú aftur sum vanligt.

Arbeiðið at greina brekið hevur verið sera umfatandi, og arbeitt hevur verið uttan íhald saman við útlendskum veitarum og undirveitarum, síðani brekið varð staðfest.

Brekið var sera umfatandi og rakti millum annað eitt altjóða knútapunkt, har ið øll ferðsla hjá kundum uttanlands fer ígjøgnum. Fyri fleiri kundar hevði hetta við sær, at fartelefonirnar ikki kundu samskifta við útlendskar televeitarar, sum Føroya Tele hevur avtalur við. Tískil fekst ikki samband við nakað farnet.

– Fleiri av okkara kundum vórðu rakt av brekinum, og tað harmar okkum almikið, at hetta skuldi henda. Vit biðja um umbering. Nú er okkara arbeiði at tryggja, at tílíkt ikki endurtekur seg, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

Eru framvegis kundar, ið uppliva trupulleikar, kunnu hesi seta seg í samband við Føroya Tele á tel. 808080 ella ft@ft.fo.