Tað verða tey somu sjey, sum koma at mynda nevndina í Føroya Tele næsta árið.

Á ársaðalfundi hósdagin 19. apríl, tá samtakið kunngjørdi úrslitið fyri 2017, stóð nevndin eisini fyri vali. Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum.

Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og á ársaðalfundinum afturvaldi Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, allar sínar nevndarlimir.

Nevndin í Føroya Tele er sostatt mannað soleiðis:

  • Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Tummasdóttir Nielsen og Johnni Poulsen eru vald av Føroya Landsstýri.
  • Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Nevndin hevur skipað seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.

 

Mynd frá vinstru: Johnni Poulsen, Poul Poulsen, Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Gloria Kalsø, Osvald Joensen, Ólavur Simonsen og Ómar Svavarsson.