Vinna: Týsdagin 14. februar almannakunngjørdu Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan fyrstu útgávu av ókeypis CO2-roknara, sum skal gera tað lættari hjá fyritøkum at rokna sítt CO2-útlát.
CO2-roknarin fer at stuðla føroyskum fyritøkum í at rokna og fráboða egið CO2-útlát og fer vónandi at eggja fyritøkum til at fylgja tilmælunum frá granskarum um í fyrsta lagi at seta sær mál fyri at minka um CO2-útlátið og í øðrum lagi at fullføra átøk at røkka hesum málunum.
Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardyggum Vinnulívi, og Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, høvdu orðið, áðrenn Maria Gunnleivsdóttir Hansen legði fram CO2-roknaran. Her eru myndir frá tiltakinum, sum varð hildið í okkara høvuðssæti í Hoyvík.