Privatkundar hjá Føroya Tele kunnu nú keypa e- og ljóðbókatænastuna Mofibo fyri serprís á Ver og fáa atgongd til fleiri enn 600.000 e- og ljóðbøkur, teirra millum gamlir kenningar á føroyskum.

Ljóðbøkur eru væl umtóktar, og tær geva okkum, sum hava nógv um at vera og sjáldan hava stundir at lesa, møguleika at lurta, meðan vit gera onnur ting. Tað verið seg at koyra, gera mat og rudda.

Nógvir føroyingar brúka e- og ljóðbókatænastuna Mofibo, og tað er við hesum í huga, at Føroya Tele hevur gjørt samstarv við Mofibo. Samstarvið hevur við sær, at privatkundar, sum hava Ver, kunnu keypa Mofibo-hald fyri serprís.

Hald
Talan er um tvey hald, Mofibo Basic og Mofibo Premium. Basic er 20 tímar um mánaðin, meðan Premium er 100 tímar um mánaðin. Serprísurin er ávikavist 69 krónur og 99 krónur um mánaðin.

Nýtt, gott og gamalt
Mofibo kenna nógv sum danskar og enskar e- og ljóðbøkur, men har er eisini føroyskt. Á sumri 2021 skrivaði bókaforlagið Sprotin sáttmála við Mofibo, og nú, trý ár seinni, eru fleiri enn 90 føroyskar bøkur komnar á Mofibo.

Sostatt kunnu privatkundar hjá Føroya Tele leggja oyru til gamlar kenningar, sum eitt nú eru Feðgar á ferð hjá Heðini Brú, Glataðu spælimenninir hjá Williami Heinesen og Rekamaðurin hjá Jens Paula Heinesen.

Harnæst er ein ørgrynna av barna- og ungdómsbókum á bæði donskum og enskum. Eitt nú kunnu nevnast røðin um Harry Potter, The Hunger Games, Emil í Lønnibergi og hinir kenningarnir hjá Astrid Lindgren.

Tænasta á Ver
Nýggja e- og ljóðbókatænastan frá Føroya Tele er bæði til tey, sum frammanundan hava Mofibo, og tey, sum ikki hava Mofibo. Treytin er, at kundar hava fast fartelefonhald á Ver og eru umsitarar av Verkontu inni á Mítt Ver, har Mofibo verður umsitið.