Sunnudagin varð heimasíðan hjá FO-umsitingini, ið er nic.fo, álopin av teldusníkum. Fyribils kanningar staðfesta, at okkara tænastur allarhelst ikki eru raktar av álopinum.

Vit velja tó at binda um heilan fingur og viðmæla øllum at broyta síni loyniorð til tær ymisku sjálvgreiðslurnar, sum vit veita kundum okkara.

Her er talan um innritan á Mítt Ver, Vinnurúmið, FT Sjálvgreiðsluna, nethandilin á ft.fo, sjálvgreiðsluna á tv.fo og Tólnet.