Vinna: Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, er nýggjur formaður í Burðardygt Vinnulív. Hann tekur við eftir Jóhannesi Jensen, stjóra í Gist & Vist.

Jan Ziskasen er triði nevndarformaðurin í felagsskapinum Burðardygt Vinnulív. 12 fyritøkur mynda felagsskapin, sum hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir við serligum atliti at veðurlagsátøkum, lív í havi og lív á landi.

Tað eru trý ár síðani, at samstarvið fór av bakkastokki. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, varð fyrsti nevndarformaður, og honum á baki kom Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist. Nú eigur Jan Ziskasen tørn.

”Eg eri fegin um at taka teymarnar, nú vit fara inn í triðja árið av samstarvinum. Í ár er ætlanin at halda fram við at skapa sambond í Føroyum og úti í heimi, so vit kunnu økja ferðina á veðurlagsátøkunum.”  

Jan Ziskasen, samtaksstjóri