Starvsfólk: Seinnapartin fríggjadagin varð avdúkað á árliga leiðaradegnum, hvørjir leiðarar eru ársins leiðarar hjá tí privata og almenna.

Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, varð kosin ársins leiðari hjá tí privata. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at hann er kveikjandi og megnar at fáa øll at ganga somu leið og fær starvsfólkini við til at seta kósina.

Harafturat grundgav dómsnevndin, at Jan er trúgvur móti síni sannføring og er til reiðar at taka avleiðingarnar aftur at tí, at hann er lættur at tosa við, sjónligur og dugir væl at lurta, um starvsfólk hava nakað upp á hjarta.

Tað er Synergi, sum skipar fyri leiðaradegnum, og í dómsnevndini sita Søren L. Bruhn, Marjun Eystberg og Halldis Joensen.