Í dag skrivaðu Eva Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, og Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetarahúsinum, undir nýggja tvey ára stuðulsavtalu. Endamálið við avtaluni er at stimbra íverksetan og nýhugsan í Føroyum.

“Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at ein stór fyritøka sum Føroya Tele bakkar upp um Íverksetarahúsið og er við til at leggja lunnar undir føroyska íverksetan”, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir og ásannar, at Føroyar hava tørv á fleiri íverksetarum og fleiri vinnuligum beinum at standa á.

Somuleiðis er Eva Skeel Nolsø fegin um at leingja stuðulsavtaluna.

“Eitt av aðalmálunum hjá Føroya Tele er at stuðla undir framburðin í føroyska samfelagnum. Samstarvið við Íverksetarahúsið er ein viðkomandi háttur at stuðla hesum og vera við til at styrkja nýskapanar- og íverksetaraumhvørvið í Føroyum”, sigur hon.

Umframt at skipa fyri FT Game Jam samstarva Íverksetarahúsið og Føroya Tele um onnur viðkomandi tiltøk og nýta avtaluna aktivt fyri at styrkja grundarlagið undir íverksetan í Føroyum; heilt frá fólkaskúlanæmingum og til royndar íverksetarar.