Fríggjadagin 22. juni kl. 16 vísa Føroya Tele og Televarpið dystin millum Nigeria og Ísland á stórskíggja í Klaksvík. Stórskíggi verður settur upp millum kappróðrarneystið og garðin hjá Nólsoyar Páll.

Blátt er gott, so latið okkum standa saman um bláu grannar okkara fyri vestan og stuðla teimum í strembanini eftir at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í HM-kappingini, sum er í Russlandi fyri tíðina.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 16. Vælkomin til HM-fótbólt á stórskíggja í Klaksvík fríggjadagin 22. juni. Huh!

Mynd: Sverri Egholm