Tilbúgving: Føroya Tele og ANSNI Tilbúgving hava skrivað undir avtalu um, at hjartastartararnir, sum eru skrásettir á heimasíðuni hjartastartari.fo, verða vístir á Sona appini og sona.fo. Tænastan verður sett í verk í endanum av næstu viku.
ANSNI Tilbúgving, sum hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá okkum føroyingum at bjarga lívi, hevur 267 skrásettar hjartastartarar, sum eru staðsettir runt í øllum landinum.
Avtalan millum Føroya Tele og ANSNI Tilbúgving merkir, at staðseting og upplýsingar um hesar skrásettu hjartastartarar verður atkomuligt og skjótt at finna á Sona appini og sona.fo.
Síðani 2018, tá ið Føroya Tele kom við Sona appini, hava nærum 50.000 føroyingar tikið appina niður, meðan í miðal 5.000 vitjandi eru á sona.fo um dagin. Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, er fegin um, at landsumfatandi yvirlitið yvir hjartastartarar verður sjónligt og lætt atkomuligt á Sona.
“Hetta tryggjar, at fólk í eini handarvending kunnu gera seg til fyri at finna nærmasta hjartastartara, tí tíðin er altavgerandi, tá ið talan er um lívbjarging, og tørvur er á hjartastartara”.
Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving
Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, sum er dótturfelag í Føroya Tele samtakinum, er eisini fegin um avtaluna við ANSNI Tilbúgving.
“Sona er fjøltænasta, og tað frøir okkum, at ANSNI Tilbúgving fær atgongd til eina lætta og skjóta skipan, sum er ment til endamálið, tá ið fólk hava tørv á hjartastartara í akuttari støðu”.
Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti
Avtalan inniber, at ANSNI Tilbúgving er umsitari, meðan Føroya Tele veitir tøknina, sum er karmur um tænastuna. Avtalan er galdandi í fimm ár.
Síðstu fyrireikingarnar verða nú gjørdar, og í endanum av næstu viku verður tænastan sett í verk á Sona appini og sona.fo.