Síðsta hálvt annað árið hava dugnalig starvsfólk á Føroya Tele bygt eitt farnet inni á Glasi, ið er í heimsklassa og finnur út til hvønn krók í stásiliga bygninginum.

Glasir er áleið 19.000 m2 í 6 hæddum, og omanfyri 1.800 næmingar og starvsfólk hava sína dagligu gongd í bygninginum. Tí hevur tað frá byrjan av havt alstóran týdning fyri okkum á Føroya Tele, at kunna tryggja okkara kundum, ið hava sína dagligu gongd á Glasi, eitt farnet í heimsklassa. Fyri fáum vikum síðani, varð farnetið alment handað skúlastjóranum, Boga Bech Jensen.

Tað hevur ikki verið ein einføld uppgáva at byggja farnetið, tí Glasir í høvuðsheitum er gjørdur av armeraðum glasi, stáli og betongi. Samanlagt eru omanfyri 10 kilometrar av kaðlum (UTP og fipur) lagdir inn í bygningin og omanfyri 70 antennur settar upp. Umframt, at næmingar og lærarar nú hava framúr gott samband allastaðnis í bygninginum, so kunnu omanfyri 600 telefonsamrøður vera á netinum samstundis og omanfyri 1200 datasessiónir. Alt hetta uttan, at brúkaraupplivingin hjá tí einstaka verður ávirkað.