Føroya Tele samtakið er fyrsta føroyska fyritøkan, sum hevur fingið síni burðardyggu langtíðarmál góðkend av Science Based Target initiative – stytt SBTi. Hetta merkir, at málini um at minka CO2-útlátið fram til 2030 eru góðkend við støði í altjóða krøvum og standardum fyri burðardygd.
Føroya Tele hevur sett sær stór mál at minka CO2-útlátið hjá samtakinum. Málini eru sett við støði í nýggjastu veðurlagsvísindini, og samtakið hevur somuleiðis bundið seg til at fylgja Science Based Targets initiative. Málini innbera í stuttum, at samtakið vil verða CO2-frítt í 2030 í mun til CO2 útlát, sum samtakið hevur beinleiðis ávirkan á.
Sum liður í hesum arbeiði meldaði Føroya Tele seg til Science Based Targets initiative (stytt SBTi) við ársbyrjan 2023. Talan er um eina altjóða samgongu við stuðli frá ST. Samgongan hjálpir fyritøkum at tryggja, at veðurlagsmál liva upp til mál í París-avtaluni.
“Vit eru sera errin av, at okkara mál eru góðkend av einum altjóða viðurkendum stovni sum Science Based Targets initiative. Við hesi góðkenning eru vit við at ganga á odda á burðardyggu leiðini; hond í hond við nýggjastu veðurlagsvísindini. Hetta vísir umheiminum, at vit taka veðurlagsbroytingarnar í álvara og vilja gera okkara fyri at tryggja eina burðardyggari framtíð”, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.
Fyri at fáa góðkenning frá SBTi ger stovnurin eina meting av málunum hjá einstøku fyritøkuni og tekur eitt nú atlit til, um málini liva upp til altjóða standardir, eru veruleikakend og eru knýtt í eina hóskandi tíðarrammu.
Fyri Føroya Tele merkir góðkenningin, at vit hava sett burðardyggu kósina heilt rætt og kunnu halda fram við stóra og týdningarmikla arbeiðinum á burðardyggu leiðini.