Vikuskiftið 20. til 22. september skipar Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele fyri FT GameJam, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri spælmenning. Í stuttum snýr FT GameJam seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum førleikum og menna eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar skulu til fyri at menna eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Luttakararnir fáa atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt at luttakararnir fáa ráðgeving frá serkønum, sum stuðla og vegleiða, meðan tiltakið er.

Endamálið við FT GameJam er at kveikja áhugan fyri spælmenning og at skapa eitt grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjóttvaksandi telduspælsvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

FT GameJam 2019 verður í døgunum 20.-22. september, og tiltakið er ókeypis.

Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til iverksetan@iverksetan.fo

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18. september, og hevur tú spurningar um eitthvørt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

  • Jóhann Østerø: jost@ft.fo / tel. 243084
  • Íverksetarahúsið: iverksetan@iverksetan.fo / tel. 239501