Hósdagin 31. oktober 2024 endar tíðarskeiðið við fasta lágprísinum fyri Ver-haldið, sum hevur óavmarkað data.

Tá ið vit komu við óavmarkaða Ver-haldinum í februar í ár, kundu kundar keypa haldið fyri fastan lágprís upp á 147 kr. um mánaðin fyri hvørt hald. Nú broytist prísurin til 287 kr. um mánaðin, eins og tað varð kunnað tá.

Hava kundar upp til seks hald knýtt saman, eru prísirnir í yvirlitinum niðanfyri galdandi fyri hvørt hald. Í hesum føri rinda kundar fullan prís fyri fyrsta haldið og fáa hareftir avsláttur fyri hini haldini.

Óavmarkað hald – prísir 1. november 2024

Prísur – 1 hald

  • 287 kr/mðn.

Prísur – 2 hald

  • 287 + 187 kr/mðn.
  • Samlað: 474 kr/min.

Prísur – 3 hald

  • 287 + 187 + 107 kr/mðn.
  • Samlað: 581 kr/mðn.

Prísur – 4 hald

  • 287 + 187 + 107 + 107 kr/mðn.
  • Samlað: 688 kr/mðn.

Prísur – 5 hald

  • 287 + 187 + 107 + 107 + 107 kr/mðn.
  • Samlað: 795 kr/mðn.

Prísur – 6 hald

  • 287 + 187 + 107 + 107 + 107 + 107 kr/mðn.
  • Samlað: 902 kr/mðn.

Um sama mundið, tá ið nýggja haldið kom á marknaðin, fingu kundar møguleika at broyta einstøk hald, sum eru knýtt saman, til óavmarkað data. Fasti lágprísurin fyri hesa add-on tænastu hevur verið 70 kr. eyka um mánaðin fyri hvørt hald, og hann verður óbroyttur.

Nýggj hald fyri sama prís
1. november gera vit eisini tillagingar á øllum Ver-fartelefonhaldum. Øll hald – uttan 70GB – fáa meira data fyri sama prís, meðan tey, sum hava 70GB, fáa eina príslækking. Tillagingin sær soleiðis út:

  • 1GB broytist til 5GB fyri sama prís
  • 10GB broytist til 15GB fyri sama prís
  • 20GB broytist 30GB fyri sama prís
  • 30GB broytist til 70GB fyri sama prís
  • Prísurin á 70GB lækkar

Síggj allar haldbroytingarnar her:

Hald og prísir frá 1. november 2024

5GB:

  • 1 hald: 157 kr/mðn.
  • 2 hald: 294 kr/mðn.
  • 3 hald: 371 kr/mðn.
  • 4 hald: 438 kr/mðn.
  • 5 hald: 495 kr/mðn.
  • 6 hald: 552 kr/mðn.

15GB:

  • 1 hald: 197 kr/mðn.
  • 2 hald: 364 kr/mðn.
  • 3 hald: 441 kr/mðn.
  • 4 hald: 508 kr/mðn.
  • 5 hald: 565 kr/mðn.
  • 6 hald: 622 kr/mðn.

30GB:

  • 1 hald: 247 kr/mðn.
  • 2 hald: 414 kr/mðn.
  • 3 hald: 491 kr/mðn.
  • 4 hald: 558 kr/mðn.
  • 5 hald: 615 kr/mðn.
  • 6 hald: 672 kr/mðn.

70GB:

  • 1 hald: 267 kr/mðn.
  • 2 hald: 444 kr/mðn.
  • 3 hald: 521 kr/mðn.
  • 4 hald: 588 kr/mðn.
  • 5 hald: 645 kr/mðn.
  • 6 hald: 702 kr/mðn.

Óavmarkað (frítt):

  • 1 hald: 287 kr/mðn.
  • 2 hald: 474 kr/mðn.
  • 3 hald: 581 kr/mðn.
  • 4 hald: 688 kr/mðn.
  • 5 hald: 795 kr/mðn.
  • 6 hald: 902 kr/mðn.