Hósdagin 22. november kl. 16:30 og kl. 17:30 verður skipað fyri frálæru í uppsetan av Apple foreldraumsiting – eisini kallað Apple Parent Control. Frálæran verður í nýggju Telebúð okkara í Hoyvík, og har kanst tú læra, hvussu tú sum foreldur stovnar eitt Apple ID til børn undir 13 ár og kanst umsita kontuna á tínum egna Apple tóli.

Apple foreldraumsiting gevur tær millum annað møguleika at stýra, hvørjar appir barnið kann taka niður á sítt Apple tól.

Tað ber til at lesa meira um Apple foreldraumsiting her.

Tað er ókeypis at koma til frálæruna, sum verður í tveimum umførum. Ein kl. 16:30 og hin kl. 17:30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit síggjast!