Føroya Tele gongur aftur á odda í føroyska framburðinum, og nú hevur Føroya Tele tendrað framkomnu 5G-tøknina. Farnetið hjá Føroya Tele er tað fyrsta, ið fær framkomnu tøknina í Føroyum.
5G-skipanin hjá Føroya Tele er hósdagin 6. juni 2019 sett í verk, og fyrsta 5G-tólið hevur longu koyrt á netinum. Komandi vikurnar verður nýggja tøknin royndarkoyrd innanhýsis á Føroya Tele, áðrenn kundar hjá Føroya Tele koma á nýggja 5G-farnetið á trimum útvaldum støðum seinni í summar.
– Full ferð hevur verið á verkætlanini líka síðani, at Føroya Tele og Huawei gjørdu avtalu um 5G á heysti 2018. Miðvísa arbeiðið hevur eydnast so mikið væl, at vit longu nú eru til reiðar at tendra 5G á okkara farneti, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti.
Hans Jákup Langgaard staðfestir, at tað hevur stóran týdning, at farnetið hjá Føroya Tele er tað fyrsta í Føroyum at fáa nýggju tøknina, og at Huawei metir Føroya Tele á jøvnum føti við stóru, altjóða fyritøkurnar, ið somuleiðis hava sett hol á teirra arbeiði við 5G.
– Vit stremba eftir tindunum og ynskja at vera fremst á øllum økjum, og tí er tað ein greiður fyrimunur fyri okkum tøkniliga, at vit fáa fremstu atgongd til 5G og tey tól, sum stuðla nýggju tøknini. Eftir ætlan fáa kundar hjá Føroya Tele atgongd til 5G á útvaldum støðum seinni í summar, sigur Hans Jákup Langgaard.
5G verður mett at vera grundarlagið undir framtíðar talgilda samfelagnum, og skiftið verður slóðbrótandi. Nógv hægri ferð og enn meiri støðugt og álítandi farnet stendur í væntu við nýggju 5G-tøknini, sum fer at slóða fyri kollveltandi møguleikum í framtíðini og hevur við sær, at alt fleiri tól verða knýtt at internetinum.
– Nú taka vit eitt risafet inn í framtíðina og kunnu sostatt ásanna, at vit varðveita Føroyar á ovastu rók, tá ið talan er um samskiftistøkni, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti.