Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt stuðulsavtaluna við tveimum árum.

Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, og Eva Skeel Nolsø, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, hava longt stuðulsavtaluna, sum partarnir undirskrivaðu av fyrstan tíð í januar 2020.

Nýggja stuðulsavtalan er galdandi í tvey ár; til desember 2023. Føroya Tele verður sostatt við til at stuðla eini ítróttagrein í støðugari menning og við stórum málum.