STUÐUL: Føroya Tele er nýggjur deildarstuðul av landskappingunum í fremstu kvinnu- og mansdeildini í flogbólti.
Flogbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava gjørt tvey ára stuðulsavtalu, ið millum annað merkir, at meistaradeildirnar hjá kvinnum og monnum fáa heitið Føroya Tele deildin. Stuðulsavtalan varð undirskrivað í steðginum, tá ið árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum vórðu leiktar á Giljanesi sunnudagin 24. oktober.