Føroya Tele og Samsung hava víðkað um samstarvið. Tað merkir, at verkstaðið hjá Føroya Tele, sum framman undan er góðkent Apple-verkstað, nú eisini er góðkent Samsung-verkstað.
Í 2018 varð Føroya Tele góðkent Appleverkstað. Nú er Føroya Tele eisini góðkent Samsung-verkstað. Góðskustemplið merkir í stuttum, at Føroya Tele umvælir Samsung-tól undir skipaðum og góðkendum treytum.
– Sølan av snildfonum og øðrum Samsung-tólum er nógv vaksin seinastu árini. Hetta fer sostatt at koma nógvum føroyingum til góðar, at vit nú eisini eru góðkent Samsung-verkstað, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Góðkenda Samsung-verkstaðið er mannað av serfrøðingunum, sum framman undan kenna Apple út í æsir. Nú kenna hesir serfrøðingar eisini Samsung út í æsir og eru til reiðar at umvæla Samsung-snildfonir, -smátalarar, -teldlar, -snildur og -teldur.
Umvælingarnar fevna ikki um sjónvørp, hvítvørur og myndatól.