Føroyar eru við í nýggju, altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020. Kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020, og í november skulu føroysku e-landsliðsleikararnir finnast í kapping, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri í felag.

Lat teg í føroysku litirnar og verð kanska Føroya fyrsti e-landsliðsleikari í fótbólti. Nýggja fótbóltskappingin hjá UEFA, eEURO 2020, er ein e-fótbóltskapping, har ið øll 55 UEFA-limalondini fara at dystast í telduspælinum eFootball PES2020 um at vinna evropameistaraheitið í e-fótbólti.

eEURO 2020
Kappingin verður skipað við eini undankapping á netinum í vár og einum endaspæli, sum verður í London í juli 2020. Endaspælið í eEURO 2020 verður spælt samstundis, sum hálvfinalurnar í EM-endaspælinum eru á skránni í London. Vinnarin av eEURO 2020 strýkur avstað við atgongumerkjum til EM-finaluna á Wembley og eini peningaligari upphædd. UEFA rindar fyri ferðing og uppihaldi hjá øllum, ið kvalifisera seg til eEURO2020-endaspælið.

FM í e-fótbólti
Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá føroyska e-fótbóltslandsliðnum, og í felag fara FSF og Føroya Tele at skipa fyri føroysku kappingini, har ið nýggju føroysku e-landsliðsleikararnir skulu finnast. Kappingin verður í november, og hon er samstundis fyrsta Føroyameistarakappingin í e-fótbólti.

Kappingin verður skipað soleiðis, at innleiðandi umfør verða á skránni í Saltangará, Sørvági, Klaksvík, Tvøroyri og Havn, meðan finalan verður leikt í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í Sørvági verður húsið hjá 07 Vestur karmur um eitt innleiðandi umfar, meðan hini innleiðandi umførini vera í handlunum hjá Føroya Tele kring landið.

Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum; einum bólki fyri tey, sum eru 15 ár og yngri, og einum fyri tey, sum eru 16 ár og yngri. Vinnarin av aldursbólkurin 16 ár og eldri verður Føroyameistari í sínum aldri og sleppir at umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri verður Føroyameistari í sínum aldursbólki.

eEURO 2020-undankapping
UEFA hevur sett sum krav, at luttakararnir í eEURO 2020-undankappingini eru 16 ár og eldri, men fyri at varðveita spenningin og geva teimum, ið eru 15 ár og yngri, møguleika at luttaka, hava FSF og Føroya Tele tikið avgerð um at hava hesa kappingina um somu tíð.

Tey innleiðandi umførini verða skipað við bólkaspæli og síðani knockout-dystum. Teir tríggir leikararnir, sum vinna hvørt innleiðandi umfar, kvalifisera seg til finaluna, ið verður skipað á sama hátt við bólkaspæli og knockout-dystum, inntil Føroyameistarin í e-fótbólti er funnin.

FM og aðrir vinningar
Umframt at vinna steyp og Føroyameistaraheitið, verður kappast um spennandi vinningar. Vinnarin av hvørjum innleiðandi umfari fær eina e-landsliðstroyggju við egnum navni á. Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri skal umboða Føroyar, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri vinnur tvey landsliðskort til landsdystirnar á Tórsvølli í 2020 og eina Samsung-snildfon frá Føroya Tele.

Dagfesting og stað
Her verða innleiðandi umførini og finalan í føroysku kappingini leikt:

  • Innleiðandi umfar: Hósdagin 21. november 2019 kl. 17 – handilin hjá Føroya Tele í Saltangará
  • Innleiðandi umfar: Fríggjadagin 22. november 2019 kl. 17 – húsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági
  • Innleiðandi umfar: Leygardagin 23. november 2019 kl. 10 – handilin hjá Føroya Tele í Klaksvík
  • Innleiðandi umfar: Mánadagin 25. november 2019 kl. 17 – handilin hjá Føroya Tele á Tvøroyri
  • Innleiðandi umfar: Týsdagin 26. november 2019 kl. 17 – handilin hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn
  • Finala: Leygardagin 30. november 2019 kl. 11 – høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík

Á heimasíðuni hjá FSF ber til at lesa um kappingarreglur og tilmelding.