Føroya Tele lækkar nú prísin á einstøkum fartelefonhaldum á Ver, umframt at Ver-kundar fáa atgongd til eitt nýtt og størri hald. Harafturat fara øll fartelefonhaldini á Ver framyvir at hava data íroknað.

“Fyri trimum árum síðani gjørdu tað bíligari hjá húsarhaldum at hava fleiri fartelefonhald knýtt saman á Ver. Tá fingu kundar møguleika at knýta upp til heili seks fartelefonhald saman og harvið spara pening. Nú kemur ein nýggj prísáseting, og hesa ferð fer ágóðin til tey, ið hava 1 fartelefonhald”, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti, og leggur afturat, at fleiri túsund kundar fáa ágóðan av príslækkingini.

Prísurin á einstøku haldunum 6GB, 16GB og 26GB lækkar við ávikavist 50 krónum og 60 krónum um mánaðin. Samlaða mánaðargjaldið, sum húsarhaldini rinda fyri í dag, um tey hava fleiri hald knýtt saman, verður óbroytt.

Við Ver hevur Føroya Tele støðugt ment ein tænastupall, ið ger tað lætt og trygt hjá kundum at brúka sína fartelefon bæði í Føroyum og uttanlands.

”Farnetið hjá Føroya Tele er í heimsklassa, bæði tá tað viðvíkur ferð og dekning, og hetta er nakað, ið okkara kundar eru sera fegnir um. Kundarnir eru vanir við at reika á 4G í øllum landinum; í fjøllunum og úti á sjónum. Hetta hevur við sær, at datanýtslan veksur støðugt og tørvur er á størri haldum, sigur Hans Jákup Langgaard.

Bíligasta haldið, sum er 0GB í dag, verður broytt til 1GB fyri sama prís sum áður, og í næstum legst eitt størri hald afturat verandi haldum. Nýggja haldið eitur 46GB.

Omanfyrinevndu broytingar koma í gildi 1. november 2019. Hetta eru broytingarnar í stuttum:

  • 0GB verður broytt til 1GB fyri 157 kr. um mánaðin.
  • 6GB verður bíligari og fer at kosta 197 kr. um mánaðin – áður 247 kr.
  • 16GB verður bíligari og fer at kosta 247 kr. um mánaðin – áður 297 kr.
  • 26GB verður bíligari og fer at kosta 287 kr. um mánaðin – áður 347 kr.
  • 46GB er nýtt hald og fer at kosta 367 kr. um mánaðin.