DAGFØRING! Av persónligum ávum hevur Uffe Koch fingið forfall og kann tíverri ikki luttaka. Hetta broytir tó ikki innihaldið í tiltakinum, tí Mogens yvirtekur stóran part av framløguni hjá Uffe.

Mikudagin 23. mai kl. 16-18 bjóða vit øllum áhugaðum til eitt kveikjandi tiltak í Klingruni í Hoyvík. Á skránni er framløga við dananum Mogens Nørgaard, sum kemur at fortelja sínar søgur og geva íblástur til innovatión og íverksetan. Mogens hevur drúgvar royndir og er ein fyrimynd, tá tað kemur til slíkt.

Mogens Nørgaard er bloggari, áskoðanarmyndari og KT-stjóri. Seinastu 20 árini hevur hann sett dám á danska kjakið um KT-gølur og væntandi førleikar í almennari fyrisiting og annars sæð við óheftum brillum, hvussu hesi kunnu mennast og betrast. Í dag er Mogens stjóri í fyritøkuni Cima.dk. Hann kemur at hava fyrilestur um talgilding, big data og persónsdata, og hvussu hesi fylgjast at.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.