Hetta er Bjørn. Hann er akkurát byrjaður í læru á Vinnudeildini hjá okkum. Og so er hann eisini tann fyrsti nakrantíð, sum hevur teknað seg til skúlaskeiðið til hesa útbúgvingina í Føroyum. Hann fer at ganga á Miðnámi á Kambsdali, sum hevur fingið hesa útbúgvingina til Føroya. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026.

Vit eru sera fegin um, at ung í Føroyum nú fáa enn ein møguleika at taka eina viðkomandi yrkisútbúgving her heima, samstundis sum at føroyskar fyritøkur fáa betri møguleika at menna framtíðar førleikar innan KT-support.

Vit gleða okkum til at fylgja Bjørn á leiðini og ynskja honum góða eydnu við læruni.