Seinnapartin hósdagin skrivaði Føroya Tele undir stuðulsavtalu við Fótbóltssamband Føroya. Sostatt verður Føroya Tele saman við Bygma Balslev og Atlantic Airways nýggjur høvuðsstuðul hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum næstu fimm árini.
Føroya Tele fegnast um, at vit kunnu vera við til at stuðla framhaldandi menningini í føroyskum fótbólti. Við hesi avtaluni kunnu vit stuðla íðkarum í øllum aldursbólkum um alt landið í størstu ítróttargreinini í landinum, og hetta hevur nógv at siga fyri okkum.
Sí tíðindaskriv frá FSF her.
