Skalt tú til Oslo at hyggja eftir EM í hondbólti nú í januar? Um tú ætlar at brúka títt fartelefonhald hjá Føroya Tele á túrinum, so eru nøkur ting at hugsa um, fyri at tryggja tær, at alt riggar, sum tað skal.

ReikaSumHeima: Minst til at kanna, um tú hevur virkjað tænastuna ReikaSumHeima. Tænastan kostar 125 kr. um mánaðan og kann tendrast og sløkkjast á Mítt FT.

eSIM-kort: Er títt eSIM-kort av eldri tøkni, kann tað órógva tænastu uttanlands. Hevur tú eitt eSIM, ið skal dagførast, hevur tú fingið SMS-boð frá okkum. Tað er týdningarmikið, at tú dagførir títt eSIM, áðrenn tú fert avstað. Les meira her.

VoLTE: Okkara veitarar í Noregi hava sløkt 2G og 3G í farnetinum, og tí mugu Føroya Tele kundar hava VoLTE (sum í stuttum merkir at ringja á 4G) fyri at ringja við fartelefonini. VoLTE er ein tænasta, sum er tøk fyri allar Føroya Tele kundar uttan eyka kostnað. Fyri tey allarflestu er tænastan sjálvvirkandi virkjað á fartelefonini og tað er ikki neyðugt at gera nakað. Les meira um VoLTE her.

Hevur tú trupulleikar ella spurningar, hjálpir okkara tekniska support fegin. Supportin kann røkkast á á telefon 80 80 80.