Føroya Tele hevur seinastu tíðina upplivað, at fólk hava fingið boð, serliga á sosialum miðlum, um, at tey hava vunnið eina iPhone ella aðrar stórar vinningar frá okkum.

Vit vilja gera greitt, at talan er um spamm og falskar kappingar, har okkara navn og búmerkið verða misnýtt.

Vit heita tí øll á um at vera varin við at trýsta á leinkjur og ongantíð geva gjaldsupplýsingar. Okkara kappingar leinkja altíð beinleiðis til okkara heimasíðu, sum til dømis her: www.ft.fo/kapping/ og vit biðja tykkum ikki um gjaldsupplýsingar. Tá vinnarin er funnin, ringja vit altíð til viðkomandi.

Falskar kappingar eru tíverri vorðnar vanligari á sosialum miðlum, og vit harmast, at okkara kundar verða útsettir fyri hesum.