Í síðstu viku skipaðu vit fyri tveimum væleydnaðum tiltøkum – á Føroya Tele í Hoyvík og í Varpinum í Klaksvík – undir evninum “Foreldur í einum talgildum heimi”

Stóra tøkk til:

Jonas Ravn, Center for Digital Pædagogik, fyri íblástur um, hvussu vit sum foreldur kunnu skilja tøkniliga heimin hjá børnunum og skapa ein opnan dialog.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, fyri fakligt innlit og ítøkilig ráð frá einum føroyskum sjónarhorni.

Annika Im og Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu fyri eitt áhugavert sofaprát við ung.

Og ikki minst til okkara gløgga og skemtiliga ungdómspanel: Grímur, Jóel, Kate Annika og Brynja, sum deildu sínar upplivingar og sjónarmið.

Vit fegnast um góða undirtøku til tiltøkini.