Kapping fyri skúlar og ungdómshús: Internetið er ein stórur partur av okkara gerandisdegi og tí hava vit øll medábyrgd av at gera internetið so gott og trygt sum tilber.

11. februar 2020 er Tryggari internetdagur, og í hesum sambandi bjóða SSP, Fólkaheilsuráðið, Nema og Føroya Tele øllum skúlum, skúlaflokkum og ungdómshúsum at luttaka í eini kapping um at lýsa, hvussu tit gera internetið betri.

Kappingin verður skipað soleiðis, at tit vísa, hvussu tit arbeiða við at gera internetið betri. Tit kunnu gera ein film, ein sang, eitt listarverk, eina heimasíðu ella okkurt annað, ið vísir, hvussu tit arbeiða hendan dagin.

Treytin er, at framleiðslan verður gjørd á sjálvum Tryggari internetdegnum 11. februar, og at hon verður gjørd í sambandi við ein temadag á tykkara skúla ella ungdómshúsi.

Besta innsenda uppskot vinnur 20.000 kr. at deila við sín skúla, flokk ella ungdómshús.

Meldið tykkum til á or@bvs.fo í seinasta lagi 20. januar 2020.