Vilt tú hoyra, hvussu Føroyar kunnu gagnnýta rúmdina, tá ið tað ræður um innovatión, framburð og fylgisveinagrundaður tænastur í framtíðini?

Hetta fært tú høvi til mánadagin 23. september kl. 14-17, tá ið Føroya Tele skipar fyri tiltaki í høvuðssætinum í Hoyvík. Á skránni eru fyrilestrar, har ið Andreas Mogensen, ESA-astronautur, Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgevi á DTU Space, og David Arge Klevang, lektari á DTU Space, kasta ljós á framtíðarmøguleikarnar, sum Føroyar og Arktis hava í rúmdini.

Per Lundahl Thomsen fer at tosa um týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini, og David Arge Klevang fer at tosa um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis.

At enda fer Andreas Mogensen at greiða frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann fer eisini at tosa um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning.

Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað nøgd. Melda til tiltakið her: https://forms.office.com/e/jhfAteKxPa

Her er skráin:

14:05 – 14:10 | Vælkomin v/Kristian Reinert Davidsen, samtaksstjóra í Føroya Tele 

Kristian Reinert Davidsen bjóðar vælkomin og kastar ljós á evnið, sum er á skránni.  

14:10 – 14:25 | Fylgisveinar og infraskipan í rúmdini v/Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgeva í DTU Space

Per Lundahl Thomsen tosar um avgerandi týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini.

14:25 – 14:40 | Leikluturin hjá fylgisveinum í Norðuratlantshavinum og Arktis v/David Arge Klevang, lektara í DTU Space 

David Arge Klevang tosar um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis, og hvussu hetta kann verða til fyrimunar fyri samfelag, vinnulív og stovnar.

14.40 – 15.00 | Steðgur 

15:00 – 15:45 | Royndir og sjónarmið úr rúmdini v/Andreas Mogensen, ESA-astronauti

Andreas Mogensen greiðir frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann fer eisini at tosa um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning. 

15.45-17.00 | Móttøka og netverkan