Eftir at avgreiðslan hevur verið avmarkað síðan 16. mars 2020, lata Telebúðirnar nú uppaftur undir vanligum umstøðum.

Vit mæla til at halda hóskandi frástøðu (2 metrar), tá ferðast verður millum onnur fólk inni í Telebúðunum.

Telebúðirnar í Havn, Hoyvík, Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri hava opið sum vanligt. Sí upp- og afturlatingartíðir her.

Telebúðin á flogvøllinum hevur tó opið mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-16.