Sponsor: Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen, sum umboðar Danmark í rógving, vann silvur í einskullara, tá ið kappast varð í EM í Varese, Italia.
Um vikuskiftið (9.-11. apríl) vardi Sverri Sandberg Nielsen EM-gullið, sum hann vann í Poznan, Póllandi, á heysti í 2020. Lagt varð upp til eina spennandi finalu millum favorittarnar Sverra og týskaran Oliver Zeidler. Tá ið alt kom til stykkis, varð týskarin eitt sekund framman fyri Sverra og vann sostatt EM-gull. Póllendingurin Natan Wegrzycki-Szymczyk vann bronsu.
Vit eru errin stuðul hjá Sverra og ynskja honum hjartaliga til lukku við EM-silvurinum.
Her eru nakrar myndir frá róðrunum hjá Sverra í Varese, Italia.