Hví riggar sms ikki?
Niðanfyri eru nøkur ting, sum kunnu roynast/kannast í sambandi við sms trupulleikar:
- Sendara nr. liggur í Blacklist hjá móttakara
- SMS verður sent sum iMessage (iPhone)
- Strika nummar/navn úr kontaktlista hjá sendara og móttakara
- Sløkkja / tendra telefonina
- Um Teletíð – er haldið virkið, og er peningur á konto
- Rætt SMSC nummar +298249020 í telefonini ? (Apple / Samsung)
- Skriva nummar í staðin fyri at brúka kontaktlistan. Royna bæði við og uttan +298
- Set SIM-kortið í eina aðra telefon
- Set eitt annað SIM-kort í telefonina
Hevur tú eina iPhone ella ein iPad, kanst lesa meira um SMS trupulleikar á heimasíðuni hjá Apple: Danskt/Enskt