Kannað SMSC nummar – iPhone

Vegleiðingin er gjørd við iPhone, sum hevur iOS 12.0. Um tú hevur eldri/nýggjari stýrisskipan, so líkjast valmyndirnar møguliga ikki sum á myndunum niðanfyri.

  1. Far inn á Telefon appina, tøppa #50057672# inn, og trýst á telefon-teknið (uppringing)

2. Er servicecenter +298249020, trýstir tú bara á Luk og tær nýtist ikki at gera meira. Er tað ikki +298249020, far so víðari í vegleiðingini.

3. Skriva **5005*7672*+298249020# inn og trýst á telefon-teknið. Trýst á Luk. SMS-center er nú uppsett.