“Skroll & spæl” er nýggj poddvarpsrøð hjá Kvinnu, ið varpar ljós á, hvussu foreldur og avvarandi kunnu stuðla børnum og ungum í einum tøkniligum heimi við alskins møguleikum og avbjóðingum.
Vertirnir Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen varpa í 5 pørtum ljós á, hvussu tøknin ávirkar sosialu, kensluligu og lærandi menningina hjá børnum og ungum, og við hjálp frá serfrøðingum og einum ungdómspaneli verður lagt upp til kjak, sum byggir á dialog og ítøkilig ráð um skíggjanýtslu – uttan at døma ella moralisera.
Í fyrsta parti eru Eva Skeel Nolsø og Sanna á Løgmansbø gestir í sendingini. Poddvarpið kann hoyrast á heimasíðuni hjá Kvinnu her.
Poddvarpið er stuðlað av Føroya Tele.