Gjaldið fyri nýtslu av VX-gjaldsterminalum hækkar við 177 krónum uttan mvg. Prísurin verður sostatt 2.035 krónur um árið. Vepp-nýtslugjaldið til V400-gjaldsterminalar hækkar við 35 krónum uttan mvg. Prísurin verður sostatt 1.564 krónur um árið.
Orsøkin til prísbroytingina eru hækkandi prísir frá veitara. Kundar, sum leiga terminalar, vera ikki ávirkaðir av prísbroytingini.