Stuðul: Pól Sundskarð og Føroya Tele hava á triðja sinni skrivað undir stuðulsavtalu. Tað var í juni 2017, at partarnir á fyrsta sinni gjørdu avtalu. Nýggja stuðulsavtalan er galdandi til árslok 2022.
Avtalan inniber, at Pól heldur vakið eyga við fartelefondekninginum og hjálpir Føroya Tele at kanna dekningin í fjøllunum.
Føroyar eru fjallaland við gilum, dølum og høgum fjøllum. Pól kennir Føroyar út í odd og egg, og hansara ráðgeving økir um trygdina, so at føroyingar og ferðafólk kunnu kenna seg trygg og altíð hava samband, tá ið tey ganga í fjøllunum.
Síðani 2017 hevur Pól verið hollur stuðul og veitt góða hjálp.