Føroya Tele vann á vári 2019 eitt útboð hjá Danska Ríkispolitinum um at veita eina nýggja samskiftisskipan til Føroya Politi. ​​

​​Nýggja samskiftisskipanin verður grundarlagið undir tilbúgvingini hjá Politinum og er slóðbrótandi, tí hon byggir á farnetið hjá Føroya Tele. Samskiftisskipanin er ein sokallað “Mission Critical Push-to-Talk”-loysn, sum verður bygd á landsumfatandi farnetið, sum Føroya Tele hevur í dag. Talan er sostatt ikki um eitt nýtt net, men heldur um eina skipan, sum gevur politinum í Føroyum nútímans og tryggar karmar at virka undir.

– Vit eru sera spent at flyta til nýggju samskiftisskipanina, sum uttan iva fer at lætta um samskiftið hjá Politinum. Umframt at hetta er ein nútímans skipan, bjóðar hon eisini nógvar nýggjar hentleikar, ið kunnu styrkja samstarvið í allari tilbúgvingini í Føroyum.

Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur hjá Føroya Politi

Við nýggju samskiftisskipanini, sum verður virkin um miðjan juli 2020, fer Føroya Politi eitt nú at kunna “live-streama” video frá einum skaðastaði til onnur lið í skipanini, soleiðis at hesi kunnu fyrireika aðrar partar av tilbúgvingini, áðrenn komið verður á skaðastaðið. Harumframt ber til at skriva, deila myndir, tosa saman og deila GPS-positión. Talan er um eina tøkni, sum skal stuðla tilbúgvingini, men samstundis eisini betra um hana. Harumframt verður tøknin hin fyrsta av sínum slagi í øllum heiminum.

– Vit eru sera errin av at vinna hetta útboðið, og at farnetið hjá Føroya Tele kann vera pallur undir hesari týdningarmiklu samskiftisskipan hjá Føroya Politi. Møguleiki verður eisini hjá øðrum pørtum av føroysku tilbúgvingini – so sum sjúkraflutningstænastuni, bjarningarfeløgum og sløkkiliðnum – at gerast virkin í somu skipan.

Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

Upprunaliga bjóðaði Føroya Tele uppá útboðið við eini skipan frá Huawei. Føroya Tele tók avgerðina um at skifta Huawei út við Ericsson, tí Huawei varð endað á amerikanska entity-listanum. Neyðugt varð tískil at finna ein nýggjan veitara av tí orsøk, at Huawei ikki fekk atgongd til vørur og tænastur frá amerikonskum framleiðarum; so sum Linux og Android. Í november 2019 varð skiftið av undirveitara frá Huawei til Ericsson endaliga góðkent av Ríkispolitinum. Meira kunning um útboðið og góðkenningina hjá Ríkispolitinum er her.