Trygd á netinum: Fríggjadagin 5. mars varð vinnarin funnin í átakinum “Tryggari internet dagur”, sum SSP skipar fyri saman við Fólkaheilsuráðnum, Nema og Føroya Tele. Vinnarin gjørdist Miðlabreytin á Nám X í Eysturskúlanum.
Dánjal Danielsen, Petur Fjallsbak, Martin Heldarskarð og Tóki Berthelsen úr Miðlabreytini á Nám X vunnu átakið “Tryggari internet dagur 2021”. Teir høvdu framleitt ein film og eitt poddvarp, sum lýstu, hvussu tað er at vera ungur á netinum, og um tey ungu hava frælsi at vera tann, tey eru, á netinum.
Handanin av vinninginum, ein kekkur upp á 20.000 krónur, varð í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Umframt teir fýra vóru eisini lærarar og umboð fyri SSP, Fólkaheilsuráðið, Nema og Føroya Tele við á móttøkuni.
Vit ynskja Nám X hjartaliga til lukku við vinninginum.
Her eru nakrar myndir frá móttøkuni: