E-FÓTBÓLTUR: Leygardagin varð skipað fyri FM í eFótbólti. Tróndur “Molle” Egholm Vørmadal vann eldra bólkin, meðan Benjamin “Bouito” Bogason vann hjá teimum yngru
Undirtøkan var góð, tá tað farna leygardag bleiv skipað fyri FM í eFótbólti. Spælt varð í hølunum har Landsliðsbúðin og No12 halda til við Tórsvøll.
Kappingin verður skipað í samstarvi við Føroya Tele, og umframt at vinna føroyameistaraheitið, verða bestu spælararnir í eldra aldursbólkinum eisini úttiknir til føroyska eLandsliðið.
Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at Tróndur “Molle” Egholm Vørmadal gjørdist nummar 1 og føroyameistari, meðan Hendrik “Hendrico” á Fríðriksmørk bleiv nummar 2. Teir báðir fara saman við Heðini “Sorgot54” Skov at manna eLandsliðið til næstu EM-undankapping.
FM-vinnari í yngra aldursbólkinum gjørdist Benjamin “Bouito” Bogason.
Kelda: fsf.fo