Á aðalfundi hósdagin 14. mai kunngjørdi Føroya Tele roknskapin fyri alt samtakið.
Samanumtikið stóð Føroya Tele seg væl í kappingini á fjarskiftismarknaðinum í 2019 og varðveitti sín marknaðarpart, samstundis sum kundagrundarlagið vaks í tráð við vaksandi fólkatalið í Føroyum.
Í 2019 gjørdist avlopið slakar 34 mió. krónur eftir skatt; áðrenn skatt varð úrslitið 41,5 mió. krónur. Sammett við árið fyri er úrslitið eftir skatt góðar 14 mió. lægri. Lækkingin stavar í høvuðsheitum av lækkandi prísum, menning av verandi og nýggjum virkisøkjum, og at partvísa sølan av ognarlutinum í Formula ávirkaði roknskapin fyri 2018.
Á aðalfundinum varð gjørt av at lata eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 34 mió. krónur í vinningsbýti. Síðan 1998, tá ið Føroya Tele varð skipað sum eitt partafelag, hevur samtakið í alt goldið 343 mió. krónur í vinningsbýti til Føroya Landsstýri.
– Samanumtikið er úrslitið gott, hóast árið er merkt av, at samtakið er í eini broytingartíð við stórum menningarverkætlanum, men áhaldandi fokus og ein væleydnað samanseting av starvsfólkaførleikum eru við til at tryggja, at vit framhaldandi røkka okkara aðalmáli um at knýta Føroyar og føroyingar í eina betri framtíð.
Jan Ziskasen, samtaksstjóri
Eitt virkið ár við stórum íløgum
Í 2019 legði Føroya Tele stóran dent á at miðsavna seg um kjarnuvirksemi felagsins, sum er at veita samskiftistøkni í heimsklassa. Samtakið gjørdi samanlagt íløgur fyri 68 mió. krónur, ið koma framburðinum í samfelagnum til góðar.
Stórar íløgur vórðu gjørdar í verkætlanina at breiða fipur út í øllum landinum og inn til hvørt húsarhald. Talan er um eina langtíðarverkætlan, ið tryggjar, at Føroyar framhaldandi kunnu hava eitt tað besta og mest útbreidda internetið í øllum heiminum.
Harumframt vórðu stórar íløgur gjørdar í farnetið, tí á hvørjum ári er neyðugt at neyvstilla og menna farnetið, so tað gongur í takt við tørvin hjá vinnulívinum og einstaka føroyinginum. Strategiskar optimeringar og bygging av nýggjum sendistøðum vórðu gjørdar runt alt landið í strembanini eftir at veita 100% dekning á landi og sjógvi.
Síðan 1998, tá ið Føroya Tele varð skipað sum eitt partafelag, hevur samtakið gjørt íløgur fyri í alt 2.7 mia. krónur.
Slóðbrótandi tænasta til tilbúgvingina
Á vári 2019 vann Føroya Tele útboðið um at veita eina nýggja samskiftistænastu til Føroya Politi við møguleika fyri at knýta øll lið í tilbúgvingini uppí. Talan er um eina sokallaða “Mission Critical Push-to-Talk”-loysn, ið er skræddaraseymað til tilbúgvingina. Tænastan byggir á landsdekkandi farnetið og er sostatt ein íløga í stóra kapasitetin á farnetinum.
Verkætlanin kom væl ávegis í 2019 og verður eftir ætlan sett í verk miðskeiðis í 2020.
Broytingar í nevndini
Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt tvær broytingar í nevndini.
Nýggir nevndarlimir eru Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen. Lena er nýggj, meðan Annbritt sat í tíðarskeiðinum 2013-2019. Tær eru valdar fyri Gloriu Kalsø og Ninnu Herdis Danielsen. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir á aðalfundinum. Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Sostatt er nevndin á Føroya Tele mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Johnni M. Poulsen, Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Ómar Svavarsson heldur fram sum formaður, og Johnni M. Poulsen er nýggjur næstformaður.
Les ársfrágreiðingina 2019 her.
Les Samfelagstilvit 2019 her