Føroyingar hava nú atgongd til Galaxy Store hjá Samsung. Hetta kemur í kjalarvørrinum á víðkaða samstarvinum millum Samsung og Føroya Tele, sum nú eisini er góðkent Samsung-verkstað.
Hóast Samsung, eftir 12 ár sum bestsellari á altjóða marknaðinum, varð yvirhálað av Apple í 2023, hevur sølan av Samsung-snildfonum tikið dik á seg í Føroyum. Tí hevur Føroya Tele áhaldandi arbeitt við at fáa í lag betri samstarv við Samsung og størri raðfesting hjá altjóða fyritøkuni.
Drúgva og áhaldandi arbeiðið hevur nú borið ávøkst. Umframt at Samsung hevur góðkent Føroya Tele sum Samsung-verkstað, er Galaxy Store komið til Føroya. Tað merkir, at Samsung-brúkarar í Føroyum nú kunnu taka niður og dagføra Samsung-appir, -spøl og -temur, sum ikki eru tøk á Google Play Store.
Til dømis kann nevnast uppsetingarappin Good Lock, sum bjóðar ymisk ískoyti, so tað ber til at tillaga og broyta uppsetingina á Samsung-snildfonini eftir tørvi. Les meira um Galaxy Store her.
Hvat er Good Lock?
Hygg at Youtube-brotinum niðanfyri