Stuðul: Sverri Sandberg Nielsen strembar eftir at gerast heimsins besti rógvari í einskullara, men hann hevur longu víst, at tað ber til at røkka málum við áræði og miðvísari venjing. Í summar skal hann til OL, og vit stuðla honum allan vegin til Tokio.
Føroya Tele er nýggjur stuðul hjá Sverra Sandberg Nielsen. Partarnir eru samdir um avtaluna, sum er galdandi fyri 2021. Endamálið er at stuðla Sverra í strembanini eftir at gerast heimsins besti rógvari í einskullara. Hann hevur víst, at tað ber til at røkka nærum óhugsandi málum við áræði og miðvísari venjing.
Í næstum skal Sverra umboða Danmark til olympiuleikirnar í Tokio, Japan.
Samstarvið kemur báðum pørtum til góðar, og partarnir brúka avtaluna til eitt aktivt samstarv. Vit eru errin av hesum samstarvi, og tað er Sverri eisini. Hoyr hann í filmsbrotinum niðanfyri.