Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt verandi stuðulsavtalu. Tað merkir, at Føroya Tele verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF í 2021.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Eva Skeel Nolsøe, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, hava endurnýggjað stuðulsavtaluna, sum partarnir undirskrivaðu av fyrstan tíð í januar 2020. Nýggja stuðulsavtalan er fyribils galdandi í eitt ár. Føroya Tele verður sostatt við til at stuðla eini ítróttagrein í støðugari menning og við stórum málum.

– Vit vilja stuðla hondbóltinum eftir eitt skert ár í 2020. Vit hava øll saknað tiltøkini í hallunum og at kunna fylgja føroysku landsliðunum í altjóða dystum. Vit hava tó sæð, at HSF hevur verið virkið á øðrum mótum við nýskapandi og spennandi loysnum, og síggja vit saman ljóst upp á 2021, sigur Eva Skeel Nolsø.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, er somuleiðis fegin um stuðulsavtaluna.

– Vit fegnast um, at Føroya Tele heldur fram sum stuðul hjá hondbóltinum. 2020 var eitt avbjóðandi ár fyri ítróttin, har ið virksemið var avmarkað orsakað av korona. Tískil er týdningurin av at hava góðar stuðlar í rygginum stórur, nú vit vónandi ressast aftur í 2021. Vit eru og eru við gott mót, sigur Gunn Ellefsen.