Sverri Sandberg Nielsen og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu fyri 2024. Við avtaluni er Føroya Tele einsamallur høvuðsstuðul hjá Sverra, og í felag verður varpað ljós á gott samstarv og góða eksponering, sum gagnar báðum pørtum.

Í summar skulu Sverri Sandberg Nielsen og føroyalitti einskullarin umboða Danmark á olympiuleikunum í París. Fyri framman standa nógvar venjingarlegur, og í næstum gongur leiðin til fyrstu venjingarleguna í Aviz, Portugal.

Miðvísi miðvingurin hevur víst í verki, at tað ber til at røkka málum við dirvi, megi og vilja, men Sverri hevur tørv á øllum stuðli – bæði fíggjarligum og ítróttaligum stuðli. Tað er í hesum sambandi, at Sverri og Føroya Tele hevur skrivað undir nýggja stuðulsavtalu fyri 2024.

Tað var annars í 2021, at Sverri og Føroya Tele fyrstu ferð tóku lógvatak saman, og tað rann saman millum partarnar. Sostatt verður nú farið undir fjórða árið, har ið stórur dentur verður lagdur á gott og gevandi samstarv.

Stuðulsavtalan er galdandi fyri 2024, og við avtaluni er Føroya Tele einsamallur høvuðsstuðul hjá Sverra.