Føroya Tele hevur selt 43,9% av Formula. Feløgini koma framhaldandi at samstarva um útvaldar tænastur og produktir, og sølan fer ikki at ávirka hetta samstarvið.
1. februar 2018 lýsti Føroya Tele 43,9% av ognarlutinum í Formula alment til sølu. Tá freistin var úti 23. februar, vóru fleiri boð innkomin. Eftir nágreiniliga gjøgnumgongd av innkomnu boðunum og samráðingar við partarnar, varð endalig avgerð tikin í vikuskiftinum um at selja ognarlutin til leiðslu og ein bólk av starvsfólkunum hjá Formula.
– Sølutilgongdin hevur verið drúgv, men vit eru væl nøgd við endaligu søluavtaluna millum partarnar, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.
Føroya Tele ynskir framhaldandi at verða við til at mynda og menna Formula og eigur eftir søluna 34% av partabrøvunum í Formula.
Avtalan er treytað av møguligari góðkenning frá Kappingareftirlitinum.