E-fótbóltur: Lutakast hevur verið í bólkaspælinum í altjóða e-fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO2021. Føroyar eru í bólki saman við Ísrael, Litava, Belgia, Írlandi og Sveis.

Í desember 2020 varð avgjørt, hvørjir føroysku e-landsliðsleikararnir eru, tá ið skipað varð fyri FM í e-fótbólti. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at Tróndur Egholm Vørmadal gjørdist FM-vinnari, meðan Hendrik á Fríðriksmørk varð nummar 2. Teir báðir fara saman við Heðini Skov, ið frammanundan er e-landsliðsleikari, at manna e-landsliðið til komandi UEFA eEURO2021-undankapping.

E-landsliðsleikararnir Tróndur Egholm Vørmadal og Hendrik á Fríðriksmørk manna e-landsliðið í fótbólti. Mynd: FSF
Undanfarni FM-vinnari Heðin Skov tapti í hálvfinaluni á Hendriki á Fríðriksmørk. Heðin er tó framvegis e-landsliðsleikari. Mynd: Birita Jacobsen

Mánadagin 8. februar 2021 var kastað lut um, hvussu londini hittast í bólkaspælinum, sum verður spælt 15./29. mars og 12./26. apríl 2021. Føroyar eru í bólki F saman við millum annað Ísrael, ið tapti á Italia í fjórðingsendaspælinum í undanfarnu eEURO2020-kapping. Italia fór allan vegin og vann eEURO 2020. Hini í bólki F, umframt Føroyar og Ísrael, eru Litava, Belgia, Írland og Sveis.

Í stuttari viðmerking sigur Tróndur Egholm Vørmadal, at talan er um ein spennandi bólk, har ið Ísrael og Sveis eru favorittar at vinna. Hann gleðir seg og sigur, at teir fara at gera alt fyri at fáa eitt so mikið gott úrslit sum gjørligt.

Orel Daniel og Michael Astman, ísraelskir e-landsliðsleikarar í fótbólti. Mynd: uefa.com

Lutakastið varð sent beinleiðis á YouTube við vertunum Leigh Smith, sum er kendur frásøgumaður innan e-ítrótt, og Harry Channon, eisini nevndur Wonderboy. Harry er kendur leikari inn e-ítróttarheimin, men hevur flutt seg yvir á frásøgupallin seinastu árini. Lutakastið sæst her:

Italia vann UEFA eEURO2020, og tískil verður spennandi at fylgja við, um Azzurri (teir bláu) megna at endurvinna meistaraheitið. Í ársins kapping er Italia í bólki H saman við Portugal, Moldova, Onglandi, Íslandi og Norðurírlandi.

Italia og Serbia brustu saman í eEURO2020-finaluni, ið varð leikt 24. mai í fjør. Finalan varð avgreitt sum “best of five games”, og at enda vann Italia tilsamans 3-1. Her eru hæddarpunktini frá finaluni.