Mikukvøldið 15. januar 2020 var lutakast um, hvussu spælast skal í undankappingini til eEURO2020, sum verður í London 9.-10. juli 2020.

Føroyska e-landsliðið í fótbólti varð bólkað saman við Wales, Ukraina, Andorra, Italia og Montenegro í bólki H. Bólkaspælið fer av bakkastokki í mars og heldur fram til mai.

Føroysku e-landsliðsleikararnir eru Heðin Skov og Virgar Trondesen, sum gjørdust ávikavist nummar 1 og 2 í FM-kappingini, sum varð hildin í e-fótbólti í november í fjør.

Virgar Trondesen og Heðin Skov, føroysku e-landsliðsleikararnir, sum koma at umboða Føroyar til #eEURO2020.

Italia, ið er ein stinn e-fótbóltstjóð, er óivað favorittur at vinna bólkin. Italska e-landsliðið er millum annað mannað av Ettore “Ettorito97” Giannuzzi, ið hevur myndað oddin í altjóða PES-league kappingini seinastu mongu árini.
Ettore “Ettorito97” Giannuzzi gjørdist yngsti heimsmeistari nakrantíð í 2011 og aftur í 2018. Í fjør gjørdist hann nummar 2.

Ettore “Ettorito97” Giannuzzi, tá ið hann gjørdist heimsmeistari í PES-league 2018. Ettore umboðar Italia í #eEURO2020.

Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá føroyska e-landsliðnum í fótbólti. Her sæst lutakastið:

UEFA eEURO 2020 Draw

⚽️🎮📺 Watch LIVE as eFootball teams from 55 nations find out their qualifying round opponents…𝐌𝐚𝐫𝐜𝐡-𝐌𝐚𝐲: eEURO qualifiers 💪𝟗-𝟏𝟎 𝐉𝐮𝐥𝐲: eEURO finals, where 16 teams battle to be the first eEURO champion! 🏆

Posted by UEFA EURO 2020 on Wednesday, 15 January 2020